Skip to main content

Eg skrivi 7

Skrivihefti

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/5784/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Skrivligt føroysk til miðdeild
 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 7. ella 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Mállæran í Eg skrivi 7 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.

Endamálið við Eg skrivi bókunum er at stuðla og eggja næmingunum at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, her undir føroyska mállæru og rættskriving, so at næmingunum fellur lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum føroyskum máli, bæði í talu og skrift.

Gunnvá Dam hevur skrivað bókina, og Edward Fuglø hevur myndprýtt. Umbróting, repro og prent hava Vasti / Estra staðið fyri.

Eg skrivi 7
Eg skrivi 7