Skip to main content

Eg skrivi 5

Skrivligt føroyskt til miðdeild

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/5132/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.



Á øllum mállæruheftunum verða mállæruuppgávur, fyrisøgn, uppgáva til fyrisøgn, aftursøgn og ymsar stuttligar uppgávur. Mállæran í Eg skrivi 5 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.

Gunnvá Dam, rithøvundur, sigur frá í formælinum, at hon hevur gjøgnum alla bókina lagt dent á at fáa næmingarnar at skilja tað, teir gera, heldur enn at teir t.d. benda eina ørgrynnu av orðum uttan at hugsa um, hví hesi orð verða bend so ella so.

Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.

Fyrisagnirnar eru gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum. Men er onkur næmingur, ið er førur fyri at skriva fyrisøgnina sjálvur, ber sjálvandi til, at næmingurin skrivar fyrisøgnina í eitt skrivihefti.

EG SKRIVI umfatar ta mállæru og rættskriving, sum eftir leiðbeinandi lesiætlan krevst til miðdeild fólkaskúlans. Heftini eru býtt sundur í partar, ið hava somu heiti sum partarnir í teimum trimum Kom og skriva-bókunum.

Hóskandi er, at 1-2 undirvísingartímar verða nýttir um vikuna, alt eftir hvussu langir partarnir eru, og um fyrisøgn ella aftursøgn er við í partinum. Til ber eisini at lata næmingarnar fyrireika fyrisøgnina heima við hús.

Í innihaldsyvirlitinum ber til at síggja, hvørjum mállæruevni arbeitt verður við í hvørjum einstøkum parti. Vegleiðing er í hvørjari bókini sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymsu síðunum. Endamálið við EG SKRIVI-heftunum er at stuðla og eggja næmingunum til at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, so tað fellur teimum lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum máli, bæði í talu og í skrift.

Eg skrivi 5
Eg skrivi 5