Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Trettandi - ein søguligur dagur

06.01.2021

Undirvísingargongd um trettanda dag, sum er í dag 6. januar. Í undirvísingargongdini eru tekstur og nakrir spurningar at tosa um.

Í dag er trettandi dagur jóla. Umframt at vera knýttur at Jesu føðing, er dagurin týdningarmikil í søgnini um Kópakonuna, sum vit kenna úr Mikladali og Skálavík. 

Søgnin um Kópakonuna er í bókini Les 1. Í Lærarbókini til somu bók ber til at lesa nærri um Kópakonuna, og hvussu hon kann nýtast í undirvísingini. 

Sama søgn er kend úr grannalondum okkara, har havið hevur havt mesta týdning í dagliga húsarhaldinum. Kópakonan er kent evni í myndandi nútíðarlist. Kópakonan sæst á frímerki og fyrsta leikverk hjá sjónleikabólkinum Grímu var Kvæðið um Kópakonuna.

Filmurin Ondine varð gjørdur í Írlandi í 2009. Hann er um eina selkie, og byggir á somu søgn. Næstan sama heiti, Undine, brúkar kendasti týski filmsleikstjórin Christian Petzold, tá hann í 2020 ger eina nútíðarsøgu at vísa í biografi um eina kópakonu, sum hann møtir í Berlin.

“Ein drongur á sunnara garði í Mikladali hevði frætt hetta, at kóparnir komu saman trettandu nátt í einum látri stutt frá bygdini. Hann fór tí um kvøldið har oman at forvitnast um, hvørt tað mundi vera satt ella ikki.” Soleiðis byrjar V.U. Hammershaimb søgnina um Kópakonuna í ”Færøsk Anthologi I”, 1891.

Tá Hammersheimb sigur "ein dronngur á sunnara garði í Mikladali", hevur hann endurgivið skeivt tað, ið hann hevur hoyrt, tí garðurin norðanfyri ánna æt Norðnágarður og sunnanfyri ánna Sunnanágarður, og soleiðis verða økini báðu megin ánna framvegis kallað.

Marius Johannesen sigur soleiðis um Kópakonuna: "Ein drongur á Sunnanágarði í Mikladali hevði hoyrt, at kóparnir plagdu at koma saman trettandunátt at dansa á helluni niðri undir bakka í Mikladali, og hann setti sær fyri at royna, um hetta var so." (Eitt sindur um Kalsoynna, 1976)

Í 2010 gav Enna Garðshorn Mikkelsen út bókina "Sælkvinden - en sælsom fortælling" á forlagnum Trækfuglen. Í bókini er eftirskrift, sum gevur innlit í sagnir og hvønn týdning tær kunnu hava á staðnum og yvirhøvur.

Henda bókin kann eisini knýtast til filmin Nina, sum Maria Winther Olsen gjørdi í 2018.

Flestu føroysku sagnir eru talgildar og settar á tað stað, sum tær hoyra til undir heitinum Sagnir.

Innan kirkjugátt verður trettandi hildin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum leita eftir nýggja jødakonginum, so sum Matteus 2, 1-12 greiðir frá. 

Í bókini Kirkjukunnleiki (2000) lesa vit, at hesin dagur varð hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur, men í fjórðu øld varð gjørt av, at 25. desember var rætti dagurin. Bókin greiðir frá, at í summum kirkjum er gudstænasta trettanda dag jóla, og at dagurin verður settur í samband við heidningatrúboðan, ytrumissión, og tá gongur talvan fyri hesum arbeiði.

Á fyrru myndini er ein standmynd av kópakonuni, ið sjómannadagurin í Klaksvík hevur reist. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina. Hann er tann listamaður, sum hevur gjørt flestu standmyndir í Føroyum.

Á seinnu myndini sæst Karina Toftegaard, ritstjóri í Námi, við lendingina í Mikladali, har Kópakonan í kvøld letur seg úr bjálvanum og verður lík menniskjum. “Kóparnir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum í fjøruni og inni í látrunum,” sigur søgnin. 

 

Tosið í flokkinum um trettanda 

Uppskot um spurningar at taka upp.

  1. Hvat býr í heitinum trettandi?
  2. Er trettandi kendur í øðrum londum?
  3. Hava tit sæð standmyndina av Kópakonuni?
  4. Hvønn veg vendir Kópakonan - Kundi hon vent annan veg?
  5. Hvat forbannilsi liggur í søgnini um Kópakonuna?