i-bøkur
Kent undirvísingartilfar í talgildari útgávu
i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.
i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.
Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.
i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.
Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.
Ynskir tú at bíleggja i-bøkur
Send ein teldupost til nam@nam.fo, har tú upplýsir
- Hvørja bók tú ynskir hald til
- Hvør skúli skal hava haldið
- Hvør flokkur skal brúka bókina
- Hvat fyri hald tú ynskir (sí prísir niðanfyri)
i-bóka prísir
1-árs hald: 50,- kr. fyri hvønn næming um árið
Til ber at keypa hald fyri fleiri ár.
Lærarahald, har bara lærararnir í skúlanum hava atgongd til ibókina: 250,- kr. um árið.
Møguleiki er eisini at fáa eitt ókeypis royndarhald í ein mánað.
*Um skúlin keypir flokssett, fær skúlin i-bókina ókeypis í eitt ár.