Skip to main content

Temadagur: Bosniadrápini

22.01.2021

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp hildin. Dagurin er ein altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett.

Tað eru Nám og Amnesty sum skipa fyri degnum. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í fjør, og gjørt er av, at innihaldið í degnum skal venda sær til skúlanæmingar.

Í ár eru hádeildir í føroyska fólkaskúlanum bodnar við. Korona hevur ásett, hvussu dagurin verður skipaður. Vanligt er, at næmingar møtast til eitt stórt tiltak. Í ár er Skúlin við Streymin vertur fyri degnum, og luttekur tískil á tiltakinum, sum vegna korona verður stroymt í allar skúlastovur, sum hava áhuga, kring landið.

Evnið í ár, er "Bosniadrápini" á Balkan. 

Skráin byggir á, at nógv fólk í Føroyum hava persónligt samband við fólk haðani, ella hava upplivingar frá krígnum í Bosnia, árini 1992 -1995.

Tað sum ger evnið viðkomandi í samband við altjóða minnisdagin um fólkadráp er, at í býnum Srebrenica vórðu útivið 8.000 bosniskir muslimskir menn og dreingir fyribeindir í einum hópdrápi, sum ein ST-dómstólur hevur dømt at vera fólkamorð.

Longu nú ber til at lesa og síggja tilfar um dagin og evnið á undirvísingarportalinum Snar. Hetta er síðan, sum lærarar nýta til at fyrireika næmingarnar til 27. januar, men sum øll eru vælkomin at leita sær kunning um evnið á.

Skráin fyri dagin 27. januar er soleiðis:

  • Tanja Elek, flýddi frá heimlandinum undan kríggi. Hon kom til Føroya í 2001 og hevur síðani arbeitt á Bakkafrosti.
  • Ottar í Funningsstovu, var hermaður á Balkan í 1995. Hann greiðir frá, hvat hann gjørdi sum hermaður.
  • Heini í Skorini greiðir frá søguni, hvat hendi á Balkan hesi árini, hví tað hendi, og hvørjar avleiðingar tað fekk fyri forsetar og ríkisleiðarar.
  • Fótbóltskønu Heri Simonsen og Tróndur Arge greiða frá sambandinum millum Føroyar, gamla Juguslavia og londini á Balkan frá 1990 til í dag.
  • Regin Jacobsen, greiðir frá, hvussu hann hjálpti Tanju Elek og øðrum flóttafólkum, at fáa arbeiðs- og upphaldsloyvi í Føroyum og um týdning av integratión.


    Onnur tíðindi

    22.01.2021

    Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri…

    Les meira
    04.01.2021

    Ritstjóri til Nám og samskipari til Føroyar lesa

    Les meira
    14.12.2020

    Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

    Les meira
    11.12.2020

    Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

    Les meira
    07.12.2020

    Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

    Les meira
    03.12.2020

    Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám…

    Les meira
    02.12.2020

    Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í…

    Les meira
    01.12.2020

    Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá…

    Les meira
    30.11.2020

    Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil.…

    Les meira
    25.11.2020

    Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um…

    Les meira