Skip to main content

Nám søkir ritstjóra og samskipara

04.01.2021

Ritstjóri til Nám og samskipari til Føroyar lesa

Vilt tú vera við í útgávuvirkseminum í Námi og samskipa Føroyar lesa?

Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænastur at fremja læring og menning.

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra og samskipara frá 1. februar 2021 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. juli 2024. Møguleiki er tó at leingja setanina við tveimum árum til 31. juli 2026.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, talgildar tænastur, námsfrøðiliga ráðgeving og gevur út undirvísingartilfar. Eisini er Próvstovan partur av Námi.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, har uppgávan serliga verður at ritstjórna útgávuheild til lærugreinir í fólkaskúla og miðnámi. Harumframt skal viðkomandi samskipa tiltakið Føroyar lesa, tað umfatar umleið ¼ av starvinum.

 

Arbeiðsøkið fevnir um bæði á pappíri og talgilt at:

  • ritstjórna undirvísingartilfar
  • finna viðkomandi føroyskt tilfar til útgávuheildina
  • rættlesa
  • samskifta við onnur starvsfólk um arbeiðið við tilfarinum
  • vera við til at menna undirvísingartilfar
  • vera við í skeiðsvirkseminum í Námi
  • samskipa tiltakið Føroyar lesa
  • røkja aðrar viðkomandi uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni, læraraútbúgving ella líknandi
  • góðan kunnleika til námsætlanir og skúlaverkið sum heild
  • góðan telduførleika
  • góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, deildarleiðara í Námi, á

tel. 555 171 ella telduposti sigfridur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 17. januar 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

Onnur tíðindi

22.02.2021

ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars,…

Les meira
22.01.2021

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri…

Les meira
04.01.2021

Ritstjóri til Nám og samskipari til Føroyar lesa

Les meira
14.12.2020

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira
11.12.2020

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira
07.12.2020

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
03.12.2020

Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám…

Les meira
02.12.2020

Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í…

Les meira
01.12.2020

Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá…

Les meira
30.11.2020

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil.…

Les meira