Landafrøði
Útgávur
Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað…
Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað…
Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.
Umframt landakort eru eisini gjørd…
Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.
Lærarabók - Netútgáva Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði. Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við…
Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur.
Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…
Landafrøði 3 viðger heimspartarnar í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.
Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a…
Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini.
Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a…
Føroyakort
T FDS100Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.
Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum…
Veðurlagsbroytingar
Almenn bók um veðurlagsbroytingarVeðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…
Spennandi putlispæl til børn í skúlaaldri, til byrjanar- og miðdeild. Høvi er at læra seg landanøvn, høvuðsstaðir, kendar býir í Evropa, kendar fjallarøðir, høv, stór vøtn í Evropa, fløgg hjá evropeisku londunum.
Á sínum mongum ferðum í Paraguei, hevur Flemming Petersen havt nógv samband við achéindiánarnar. Achéindiánarnir, sum fyrr livdu úti í skógunum, búgva nú í legum; men við hvørt fara teir inn í skógin og liva, sum teir gjørdu fyrr. Bókin er um søgu, mentan og lívið hjá hesum…
Íðnaður, handverks- og byggivinna
Árbók fyri Føroyar 7Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar. Spurningar og uppgávur eggja til, at næmingarnir sjálvir gera…
Íbúgvaviðurskifti 2.2
Árbók fyri FøroyarBóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu verða loystar saman við Árbók fyri Føroyar. Til bóklingin er…
Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
Árbók fyri Føroyar 2.2Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.
Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort, fólkið í Føroyum býtt í høvuðsøki og eftir kommunustødd, broytingar í…
Árbók fyri Føroyar 2004
Hagtøl fyri Føroyar við enskum undirtekstiÍ árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Sum nakað nýtt eru fleiri farmyndir við, ið greidliga lýsa ávís viðurskifti. Ein fløga…
Bardagi gudanna
Gamla gudalæra okkara 2Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá, hvussu Óðin vann sær vísdóm úr alheimstrænum Yggdrasili og frá jatnavininum Loka.…
Íbúgvaviðurskifti
Árbók fyri Føroyar 2Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum t.d…
Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…
Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Gjøgnum jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv djórasløg íkomin og horvin…
Danmørk
Vit í NorðurlondumÁ hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond…
Evropa
VeggjakortVeggjastødd 120 x 160 cm. Lutfall 1 : 2 mió.
Kortið er umhvørviskort við nýggjum landamørkum og landanøvnum. Harumframt eru havstreymar og havbotnsrelieff við.
Kortið verður selt ómonterað frá Bókamiðsøluni, tel. 31 37 56. Skúlar o.o. kunnu fáa kortini monterað á…
Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…
Bókin er um tað árið, Flemming, 19 ára gamal, var á einum bóndagarði í Paraguei. Hann búði saman við paragueium og livdi sum teir. Meðan hann var har, skrivaði hann dagbók. Við støði í henni greiðir hann frá, hvussu tað var at vera føroyingur í so fremmandum umhvørvi. Fýra…
Ferðin um havið
- á rannsóknarferð við ColumbusiFerðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum skipsdrongurin Fernando upplivir ferðina. Bókin er væl egnað til evnislesnað.
Finnland
Vit í NorðurlondumHeftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.
4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.
Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur…
Fiskivinna
Árbók fyri Føroyar 5Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og hýrum. Heftið er ætlað sum stuðul at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at…
Flutningur og samferðsla
Árbók fyri Føroyar 8Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú. Heftið kann nýtast í lærugreinunum søgu/samtíð, samfelagsrokning og landalæru.
Mentan og umhvørvi
LandafrøðiMenniskju eru við til at skapa umhvørvið. Tey byggja hús, gera verksmiðjur og vegir.Tey taka ráevni úr jørðini og dálka. Tey flyta vørur um allan heimin og ávirka soleiðis umhvørvið. Bókin er um, hvat menniskju framleiða ymsastaðni í heiminum, og um, hvussu náttúruviðurskifti,…
Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur henni nógvar søgur um fólkið og mentanina. Aftast í bókini eru upplýsingar um…
Fráflyting og búskaparkreppa
Útisetar og DanmarkFráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppuni í…