Heimstaðarlæra
Snarvegir
Útgávur
Eiturkoppur - Næmingabók
NæmingabókNæmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita…
Eiturkoppur - Arbeiðsbók
3. flokkurArbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp til at arbeitt verður næmingalagað.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt…
Eiturkoppur - Lærarabók
3. flokkurÍ lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin leggur upp til, at næmingarnir bæði práta tveir og tveir, í smáum bólkum ella allur…
(Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins…
Høgguslokkur - Arbeiðsbók
2. flokkurArbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.…
Høgguslokkur - Lærarabók
2. flokkurLærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í næmingabókini. Lærarin sær eisini í lærarabókini, hvussu leingi ætlanin er, at…
Høgguslokkur - Næmingabók
2. flokkurNæmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.
Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin, Ættargransking, Maturin, Krambúðin, Kelidjór, Grindahvalur, Grindadráp, Á havsins…
Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu…
Køkin
Komið og kanniðHenda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og tey amboð, har eru. Vit læra okkum at lesa eina uppskrift og at gera mat. Vit kanna eisini søguna um mat í gomlum døgum og hvørji evni fjala seg í matinum, vit eta.…
Bilin
Komið og kanniðHenda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at nýggjum og gomlum bilum. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur…
Kroppin
Komið og kanniðKroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða til og hvønn týdning matur og svøvnur hevur, so vit orka at ganga í skúla.…
Grindalokkur - Arbeiðsbók
ArbeiðsbókArbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn…
Grindalokkur - Lærarabók
LærarabókÍ lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann kemur, nær vit flyta klokkuna frá summartíð…
Grindalokkur - Næmingabók
NæmingabókNæmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.
Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur,…
Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…
Á veg í barnagarð
Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluniBókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Á bókini verður…
Áin
Heimstaðarlæra 2. skúlaárBókin er ætlað greinini heimstaðarlæru á byrjanarstigi, tó kunnu tey torførastu evnini sum t.d. fjallgonga, ull, ferðslureglur verða tikin um aftur í flokkunum í miðdeildini. Lærarin eigur tá at taka meira við um hesi evni og laga undirvísingina eftir tí aldursstigi, sum…
Øvut
SpælVátt ella turt, opið ella aftur, heitt ella kalt. Hvørt fyribrigdi hevur sín mótsetning. Barnið lærir at skilja fyribrigdið mótsetningar við at brúka lutir úr gerandisdegnum á slíkan hátt, at einans teir røttu mótsetningarnir hóska saman.
Spælið stimbrar eisini málið…
Bein og vøddar
MyndatalvaBein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót, børkubóndi, sjógras, mýrisólja og summardái. Bókin er ætlað at brúka í…
Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar…Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við tekstinum lýsa støðuna hjá sjónbrekaðum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…
Fuglar í Føroyum - Myndatalva
MyndatalvaStødd 70 x 90 cm. Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.
Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.
Ein biltúrur
Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluniBókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður…
Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar 500…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Grót og steinar í Føroyum
MyndatalvaMyndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.
Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.
Grót og steinsløg
MyndatalvaMyndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.