Skip to main content

Skeið 2020/2021

Tekningarfreistin er týsdagin 30. juni 2020

Vælkomin á skeið í Námi

Tak niður plakat

Skúlaárið 2020/2021 skipar Nám fyri skeiðum, ið eru mennandi og kveikjandi fyri lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Summi skeið eru vend móti ávísum lærugreinum, og onnur leggja dent á háttalag og námsfrøði. Virksemið hjá Námi umfatar eisini smábarnaøkið, og tí bjóða vit eisini trý skeið um málmenning til hendan málbólkin. Fleiri skeið í føroyskum sum annaðmál eru eisini á skránni, hesi spenna heilt frá barnagarði til kvøldskúla.

Vit leggja dent á, at skeiðini eru við til at menna undirvísingina, soleiðis at skilja, at lærarin fær amboð til at grunda yvir, hvussu næmingurin mennir seg víðari.

Skeiðini skúlaárið 2020/2021 eru um útgávur og undirvísingarhættir, og harumframt eru lærugreinadagar og skúlaskeið.

Umframt at einstaki lærarin kemur á skeið í Námi, ber aftur í ár, í ávísan mun, til at søkja um menningarátak, har námsráðgevingin í Námi arbeiðir saman við lærarum úti í skúlanum.

Av royndum vita vit, at menning innan skúlagátt hendir best í nærumhvørvinum og saman við lærarum og næmingum í skúlanum. Á henda hátt meta vit okkum best røkka øllum lærarum skúlans.

Koronatíðarskeiðið lærdi okkum, at tað ber væl til at halda netskeið við Teams. Okkara kt-didaktiska toymi fer tí næsta skúlaár at bjóða netskeið, sum fólk kunnu tekna seg til. Kunnað verður so hvørt um hesi skeið á Office 365-pallinum.

Skeiðini eru mong og fevna ógvuliga breitt. Tosa við leiðsluna um, hvat hóskar best til tín, og hvørji av skeiðunum kunnu geva tær íkast til ein betri gerandisdag.

Tekningarfreistin er týsdagin 30. juni 2020.

Við vón um góða undirtøku til skeiðini og gott samstarv við skúlarnar gleða vit í Námi okkum til skúlaárið 2020/2021.



Skeiðsyvirlit og tekning er á

innskriving.fo/nam




Leiðbeining til at tekna seg:

vimeo.com/269816832

 

Onnur tíðindi

Tekningarfreistin er týsdagin 30. juni 2020

Les meira

Klædnadeildin brúkti korona sum tema

Les meira

Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka, sum gevur móðurmálsfakinum nýtt flog longu í øðrum flokki.

Høvundur er Marianna…

Les meira

Vinnarin av Vitanarfróðu kappingini 2020 er júst kosin. Orsakað av avmarkingunum í koronutíðini, varð hetta gjørt í Kollafjarðar skúla, har vinnandi…

Les meira

Í morgun varð kunngjørt, at 5. flokkur í Kollafjarðar skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2020.

Les meira

Søkt verður eftir tveimum námsráðgevum í ávikavist handaverki og list og í fremmandamálum.

Les meira

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-starvsfólki til setanar skjótast gjørligt. Starvið er tímalønt parttíðarstarv.

Les meira

Síðan, Heimaundirvísing í sambandi við korona, er nú eisini til miðdeild.

Les meira

Við avmarkingum er aftur opið

Les meira

”Hey øll somul og vælkomin til mítt video!”

Les meira

Nám gjørt eina síðu á undirvisingarportalinum Snar við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast…

Les meira

sBøkur ókeypis fram til Páskir

Les meira

Faldari um, hví tú skal velja týskt.

Les meira

Fyrilestrar frá Læraradegnum eru lagdir út á netið.

Les meira

Ein faldari er gjørdur til læraradagarnar

Les meira

- Kapping fyri skúlaflokkar

Les meira

Nám arbeiðir við at gera undirvísingartilfar í føroyskum sum annaðmál til børn í skúlaaldri.

Les meira

Hvørjar førleikar geva fremmandamál?

Les meira

3 stuttfilmar til undirvísing

Les meira

Nám sóknast eftir námsráðgeva í støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum

Les meira

Læraradagar í Norðurlandahúsinum

Les meira

 

 

Nýggj námsætlan er orðað fyri føstu verkætlanirnar á FHS-útbúgvingini á yrkisnámi.

Námsætlanin verður galdandi frá skúlaársbyrjan í august 2020.

 

N…

Les meira

Sangirnir í Barnasangbók Føroya eru vístir 1.018.137 ferðir.

Les meira

Frágreiðingin um PISA 2018 var løgd fram á Hotel Føroyum í dag.

Les meira

Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum hjá Námi í kvøld. Bundna evnið var heimsmálini…

Les meira

Nám gevur í hesum døgum út eitt amboð til undirvísingina í støddfrøði.

Les meira

Vilt tú vera við til at geva út føroyskt undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt í hádeild fólkaskúlans?

Les meira

Samstarva við ein norðurlendskan flokk

Les meira

Kendasti leikur hjá Shakespeare á palli

Les meira

Tann 16. januar 2020 skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har børn og ung úr øllum Norðurlondum fara at luttaka.

Les meira

Broytingar eru gjørdar í dømingargrundarlagnum

Les meira

Ljóðbók til næmingabókina í Søgu 5 er komin á Snar

Les meira

- ein øðrvísi lærutilgongd, fyrilestur við Jon-Roar Bjørkvold (NO)

Les meira

Flokkarnir venda sær til næmingin

Les meira

Myndir frá lærarum eru vælkomnar

Les meira

Í 2020 verður lesiátakið »Føroyar lesa«

Les meira

Nú er mállæran løgd inn sum vanligar sBókasíður.

Les meira

Í sambandi við at skrivligu próvtøkurnar í Danmark eru dagførdar, hevur verið arbeitt við at dagføra føroysku námsætlanirnar í lærugreinum, har…

Les meira

Nám gevur í hesum døgum út sBókina FØROYSK MÁLLÆRA I. KYN, ORÐMYNDAN OG BENDING, sum Hjalmar P. Petersen hevur skrivað.

 

Les meira

Læraraskeið í november

Les meira

Frágreiðingin um landsroyndina 2019 er komin

Les meira

Nýggjar undirvísingargongdir

Les meira

Frá 1. juli 2019 verður domeni hjá sBókunum sbok.nam.fo

Les meira

Sangirnir í Barnasangbók Føroya hava nú verið spældir meira enn HÁLVA MILLIÓN ferðir á YouTube!

Les meira

Tekningarfreistin er sunnudagin 30. juni 2019

Les meira

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. august 2019.

Les meira

Vilt tú vera við í námsfrøðiligu menningini í Námi?

Les meira

Nám sóknast eftir námsráðgeva í støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum

Les meira

Í útgávuumfarinum hesa ferð eru 6 krabbar og 2 krossfiskar.

Les meira