Skip to main content

Finka - Næmingabók

Føroyskt til annan flokk

Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta. 

Tekstir: Gunvør S. Petersen, Steintór Rasmussen,  Sólrún Michelsen, Alexandur Kristiansen,  Hans Andrias Djurhuus, Símun av Skarði, Fríðrikkur Petersen, Karl Martin Samuelsen, Elinborg Lútzen og Louis Jensen.

Tekstsløg: Søgur, yrkingar og yrkistekstur.

Leitorð:

Lesisnildir, tær frálíku fýra, vanlig orð, les og skil, spyr og git, ævintýr, muður og tenn, kelidýr, orðabók, stavimynstur.

Aðrar bøkur at vísa til: Arbeiðsbók 1 og 2, Ljóð- og mállæra og læraravegleiðing

348,00 kr. fyri pappírsbókina í Bókamiðsøluni

ISBN : 978-99972-2-135-3
Útgávuár : 2020
Finka - Næmingabók
« Aftur