Skip to main content

Sálarfrøði - pBók

Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði

Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði lýsir sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og sálarfrøðiligum kanningum.

Komið verður inn á psýkoanalýsuna, ein hugsan um menniskjað og sálarlív tess, og sum hevur havt avgerandi ávirkan á alla seinni sálarfrøði. Onnur rák, ið verða lýst eru m.a. behaviorisman og sonevnda humanistiska rákið, og eisini hugsanir, ið lýsa og greina menningareyðkenni frá gitnaði til deyða.

• Hvussu vit mennast sum menniskju og teir persónar, vit eru?

• Hvussu er sínámillum ávirkanin millum okkum sum persónar, hini og umstøðurnar annars?

• Hvussu nógv eru vit stýrd, og í hvønn mun stýra vit?

• Er lýdni bert av tí góða?

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða lýstir í bókini.

Bókin er skipað í 8 tættir: 1) Sálarfrøði, almennur partur 2) Menningarsálarfrøði 3) Ungdómur 4) Ymiskleikasálarfrøði 5) Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn 6) Kognitión og nervalagssálarfrøði 7) Læra og lærustøður 8) Persónsmenning.

ISBN : 978-99972-2-037-0
Útgávuár : 2019
Sálarfrøði - pBók
« Aftur