Skip to main content

i-bøkur

Kent undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini

Ynskir tú at bíleggja i-bøkur

Send ein teldupost til nam@nam.fo, har tú upplýsir

  • Hvørja bók tú ynskir hald til
  • Hvør skúli skal hava haldið
  • Hvør flokkur skal brúka bókina
  • Hvat fyri hald tú ynskir (sí prísir niðanfyri)

i-bóka prísir

1-árs hald: 50,- kr. fyri hvønn næming um árið

Til ber at keypa hald fyri fleiri ár.

Lærarahald, har bara lærararnir í skúlanum hava atgongd til ibókina: 250,- kr. um árið.

Møguleiki er eisini at fáa eitt ókeypis royndarhald í ein mánað.

*Um skúlin keypir flokssett, fær skúlin i-bókina ókeypis í eitt ár.