Skip to main content

Enskt

Útgávuheimar


Útgávur

  • Worlds of English
    Worlds of English

    Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í dag.

     

    Savnið…

  • From where you are 2
    From where you are 2

    From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum er skipað eftir sama leisti sum From Where You Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra evni upp: Family, Social media, War, Religion.

     

    Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, prosabrotum, yrkingum og yrkisteksti. Tekstirnir eru…

  • From where you are - Samvirkin ensk grundbók
    From where you are - Samvirkin ensk grundbók

    sBókin From where you areer ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurningar, upplestur við native speakers og sjónbandaupptøkur við serfrøðingum í…

  • Pit Stop #9 - Teacher´s CD-Box
    Pit Stop #9 - Teacher´s CD-Box

    Fløgusavn (CD audio fløgur) við øllum tekstum (uttan Mermaids), sangum og venjingum at lurta eftir.

  • Pit Stop #8, Teacher's CD-box
    Pit Stop #8, Teacher's CD-box

    Fløgusavn (CD audio fløgur) við øllum tekstum, sangum og venjingum at lurta eftir.

  • Pit Stop #8 - Topic Book
    Pit Stop #8 - Topic Book

    Tekstasavnið fevnir um kravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í seks tema.

  • Pit Stop #9 - Topic  Book
    Pit Stop #9 - Topic  Book

    Tekstasavnið fevnir um dravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í tema.

  • Pit Stop #9 - Task Book
    Pit Stop #9 - Task Book

    Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

  • Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions
    Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions

    Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina

  • Pit Stop #8 - Task Book
    Pit Stop #8 - Task Book

    Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

  • Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions
    Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions

    Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina.

    Uppgávusavnið fevnir um allar uppgávur, sum næmingarnir skulu skriva beinleiðis á. Savnið knýtir seg tematiskt til hinar bøkurnar.

  • Klípið
    Klípið

    Klípið

    Mállæruvenjingar í enskum til miðnámsskúlan

    Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru smáir…

  • Pit Stop #7 - Teacher's CD
    Pit Stop #7 - Teacher's CD

    Fløgusavn (CD audio fløgur) við øllum tekstum, sangum og venjingum at lurta eftir umboðandi ymiskan enskan framburð.

  • Pit Stop #7 - Teacher's Guide
    Pit Stop #7 - Teacher's Guide

    Lærarabókin er í tveimum, Copy Sheets og Educational Intentions. Hesar verða bert seldar saman.

     

    Í Educational Intentions er:

    *Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

    *Uppskot til hvussu tilfarið kann brúkast

    *Útskrift av øllum tekstum, ið bert eru til at lurta…

  • Pit Stop #7 - Topic Book
    Pit Stop #7 - Topic Book

    Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at lærarin kann velja floksundirvísing ella næmingastýrda…

  • Pit Stop #7 - Task Book
    Pit Stop #7 - Task Book

    Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma uppgávurnar.

     

    Eyðkenni fyri Task Book eru:

    *Miðvísa arbeiðið við orðatilfeingi bæði áðrenn…

  • Pit Stop #6 - Teacher's CD
    Pit Stop #6 - Teacher's CD
  • Pit Stop #6 - Teacher's Guide
    Pit Stop #6 - Teacher's Guide

    Lærarabókin er í tveimum (Educational Intentions og Copy Sheets). Hesar verða bert seldar saman.

     

    Í Educational Intentions er:

    *Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

    *Uppskot til hvussu tilfarið kann brúkast

    *Útskrift av øllum tekstum, ið bert eru til at lurta…

  • Pit Stop #6 - Task Book
    Pit Stop #6 - Task Book

    Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma uppgávurnar.

     

    Eyðkenni fyri Task Book eru:

    *Miðvísa arbeiðið við orðatilfeingi bæði áðrenn…

  • Pit Stop #6 - Topic Book
    Pit Stop #6 - Topic Book

    Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at lærarin kann velja floksundirvísing ella næmingastýrda…

  • Mandy at home - Sangir
    Mandy at home - Sangir

    Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 14 sangir, ið børn og vaksin syngja. Kend løg sum My Bonnie, Auld Lang Syne og Away in a manger eru við. Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum.

    Pauli…

  • Mandy at home - Lærarabók
    Mandy at home - Lærarabók

    Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í fjør kom Mandy on holiday, sum er ætla 4. flokki í enskum. Í nýkomnu lesibókini til 5. flokk Mandy at home er eisini fløga við…

  • Mandy at home - Workbook
    Mandy at home - Workbook

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók.

    Tekningarnar í bókini hava Hannis Egholm, Anni Arge…

  • Mandy at home - Grundbók
    Mandy at home - Grundbók

    Mandy at home - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

     

    Mandy at home er gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. Í bókini verður tó eisini víst á sambandið millum…

  • Ensk mállæra
    Ensk mállæra

    Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt. Evnini í mállæruni eru viðgjørd soleiðis, at bókin lýkur krøvini til fráfaringarroynd fólkaskúlans. Bókin er greidliga skipað og løtt at leita í,…

  • Ensk mállæra - arbeiðsbók
    Ensk mállæra - arbeiðsbók

    Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Tað eru tær báðar Ása Hátún og Una Poulsen, lærarar, sum hava gjørt arbeiðsbókina. Bókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða fráfaringarroynd…

  • Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók
    Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

    Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

    Arbeiðsbók. Vegleiðandi svarlisti

    Hetta er svarlisti til arbeiðsbókina til enska mállæru. Arbeiðsbókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í skrivligum enskum. Á arbeiðsbókini eru frágreiðingar,…

  • Lær teg enskt
    Lær teg enskt

    Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær teg…

  • Mandy on holiday - Grundbók
    Mandy on holiday - Grundbók

    Mandy on holiday - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

    Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók.
    Sermerkt við hesi bók er, at…

  • Mandy on holiday - Workbook
    Mandy on holiday - Workbook

    Arbeiðsbókin (the workbook) til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Uppgávurnar eru fjølbroyttar. Næmingar læra best, tá ið teir eru virknir. Í arbeiðsbókini kunnu teir m.a. skriva, tekna og loysa…


Tíðindi

Grein um Nám í The Learning Teacher Magazine

 

Les meira