Skip to main content

Tónleikur


Útgávuheimar

Nótakoyrikortið

Meludia

Tónlæra 1

Tónlæra 2

Tónlæra 3

Tónlæra 4

Skúli og undirvísing

Námsætlan

Útgávur

  • Dagsins eyga
    Dagsins eyga

    Dagsins eyga

    Løg og satsir eftir Knút Olsen

    Løg og satsir eftir Knút Olsen.

  • Grindavísan - teknirøð
    Grindavísan - teknirøð

    Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Fløga við upptøku, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna, er límað í bókini. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga
    Alfagurt ljóðar mín tunga

    Alfagurt ljóðar mín tunga

    Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur

    Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi og mentan føroyinga. Á bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Greitt verður eisini frá teimum ymsu tónleikasløgunum. Bæði tekstur og nótar til kvæðið,…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa, níggju kingosálmar, eitt kvæði, Fípan Fagra, og 14 skjaldur. Bókin, fløgan og…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa, níggju kingosálmar, eitt kvæði, Fípan Fagra, og 14 skjaldur. Bókin, fløgan og…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva

    Í bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Permumyndina hevur Tróndur Patursson gjørt, sama mynd er um fløguna og ljóðbandið, og myndin fæst eisini sum myndatalva.

  • Blómubros
    Blómubros

    Blómubros

    Løg fyri floytu

    Blómubros er savn við føroyskum løgum skrivað niður á nótablað og løgd til rættis fyri floytuna. Lagasavnið er fyrst og fremst ætlað til tónleikaundirvísingina í musikkskúlaskipanini. Her fáa føroysk børn høvi at venja seg við

  • Føroysk kórbók 1
    Føroysk kórbók 1

    Føroysk kórbók 1

    Kórsatsir eftir Karl Clausen

    Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu…

  • Føroysk kórbók 2
    Føroysk kórbók 2

    Føroysk kórbók 2

    Kórsatsir eftir Knút Olsen

    38 løg og satsir eftir Knút Olsen eru við í hesi kórbók, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur

    út í teldutøkari útgávu í samstarvi við Kórsamband Føroya. Kórverkini eru frá tíðarskeiðnum

    1972–1998.

  • Ein góð sangbók til fólkaskúlan

    Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø hevur…

  • Kular Røtur
    Kular Røtur

    Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er útgáva við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini og tilhoyrandi fløgum, sum allar hava gylta permu, eru 29…

  • Rinkusteinar
    Rinkusteinar

    Rinkusteinar

    Barnasangir

    Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur (1977) og Barnabros (1983). Flestu sangirnir í teimum bókunum eru tiknir við í…

  • Tónlæra 2 -Læraravegleiðing
    Tónlæra 2 -Læraravegleiðing

    Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er aftast í læraravegleiðingini, er ætlað lærarum, ið ikki eru so fermir á klaverinum, ella hon kann nýtast, tá lærarin heldur vil ganga um og hjálpa næmingunum, ímeðan teir…

  • Tónlæra 1 - Læraravegleiðing
    Tónlæra 1 - Læraravegleiðing

    Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er aftast í læraravegleiðingini, er ætlað lærarum, ið ikki eru so fermir á klaverinum, ella hon kann nýtast, tá lærarin heldur vil ganga um og hjálpa næmingunum, ímeðan teir…

  • Tónlæra 1
    Tónlæra 1

    Tónlæra 1

    Næmingahefti

    Tónlæra 1 er ætlað 1. flokki (kanska 2. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra. Frálæran stendur ikki einsamøll, men verður knýtt at…

  • Tónlæra 2
    Tónlæra 2

    Tónlæra 2

    Næmingahefti

    Tónlæra 2 er ætlað 2. flokki (kanska 3. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra. Frálæran stendur ikki einsamøll, men verður knýtt at…

  • Tónlæra 3 - Læraravegleiðing
    Tónlæra 3 - Læraravegleiðing

    Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er aftast í læraravegleiðingini, er ætlað lærarum, ið ikki eru so fermir á klaverinum, ella hon kann nýtast, tá lærarin heldur vil ganga um og hjálpa næmingunum, ímeðan teir…

  • Tónlæra 3
    Tónlæra 3

    Tónlæra 3

    Næmingahefti

    Tónlæra 3 er ætlað 3. flokki (kanska 4. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Tónlæra 3 er í høvuðsheitum skipað sum Tónlæra 1 og 2.

  • Tónlæra 4 - Læraravegleiðing
    Tónlæra 4 - Læraravegleiðing

    Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við). Í læraravegleiðingina eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu.

    Tónlæra 4 er í fýra pørtum:

    1. Um ostinat og sekvens

    2. Um akkordhugtakið

    3. Um einfalt bassspæl

    4. Um løg til samanspæl

    Parturin um bassspæl eigur at…

  • Tónlæra 4
    Tónlæra 4

    Tónlæra 4

    Namingahefti

    Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við).

    Hon er í fýra pørtum:

    1. um løg, sum eru sett saman av ostinatum ella sekvensum

    2. um akkordir, har nortið verður við, hvussu vit seta røttu akkordina á rætta stað. Ljómborð verður tikið við í samanspælið. Í innsíðuni á permuni…

  • Traditional music in the Faroe Islands
    Traditional music in the Faroe Islands

    Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi og mentan føroyinga. Í bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Greitt verður eisini frá teimum ymsu tónleikasløgunum. Bæði tekstur og nótar til kvæðið,…

  • Grindavísan - fløga
    Grindavísan - fløga

    Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna. Jón Joensen í Bø skipar. Útvarp Føroya tók upp 1. mars 1984.

  • 1

Tíðindi

- ein øðrvísi lærutilgongd, fyrilestur við Jon-Roar Bjørkvold (NO)

Les meira

Nótakoyrikort 1 er fyrsti partur av Nótakoyrikortinum

Les meira