Skip to main content

Náttúra og tøkni


Útgávuheimar


Skúli og undirvísing

Námsætlan

Útgávur

  • Firvaldar
    Firvaldar

    Firvaldar

    155 ymiskir firvaldar í Føroyum

    Í bókini, sum lýsir allar 155 firvaldar, sum eru sæddir í Føroyum, er ein inngangur, har greitt verður alment frá firvaldum. Firvaldar hava fullfíggjaða umskapan frá eggi til ormveru, frá ormveru til reivveru og frá reivveru aftur til fullbornan firvald. Í innganginum verður…

  • Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju…

  • Rúmdina
    Rúmdina

    Rúmdina

    Komið og kannið

    Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini kanna vit jørðina, sólina, mánan og gongustjørnur í okkara sólskipan. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin fæst…

  • Fiskar undir Føroyum
    Fiskar undir Føroyum

    Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu…

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum og…

  • Bolivia
    Bolivia

    Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…

  • Brobber
    Brobber

    Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót, børkubóndi, sjógras, mýrisólja og summardái. Bókin er ætlað at brúka í…

  • Danmørk
    Danmørk

    Danmørk

    Vit í Norðurlondum

    Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond við…

  • Dýr og plantur í fjøruni
    Dýr og plantur í fjøruni

    Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
    Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar…

  • Eg síggi teg ikki
    Eg síggi teg ikki

    Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við tekstinum lýsa støðuna hjá sjónbrekaðum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Eygað
    Eygað

    Eygað

    Myndatalva

    Myndatalva av eyganum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

    Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

  • Føroysk flora
    Føroysk flora

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…

  • Føroyskar plantur í litum
    Føroyskar plantur í litum

    Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini eru listar við plantunøvnunum á føroyskum, donskum og á latíni.

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at hava…

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

  • Fuglar í Føroyum - Myndatalva
    Fuglar í Føroyum - Myndatalva

    Stødd 70 x 90 cm. Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.

  • Fuglar í Føroyum - Myndatalva
    Fuglar í Føroyum - Myndatalva

    Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.

  • Fuglar í Norðurhøvum
    Fuglar í Norðurhøvum

    Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar 500…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grót og steinar
    Grót og steinar

    Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við greiðum teksti og frálíkum myndum sigur frá stórfingna ríkidømi av gróti og steinum, ið liggur fjalt undir fótum okkara. Bókin er gjørd í samstarvi við bretska Natural History Museum. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur týtt úr…

  • Grót og steinar í Føroyum
    Grót og steinar í Føroyum

    Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.

    Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.

  • Grót og steinsløg
    Grót og steinsløg

    Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.

  • Grønland, Føroyar og Ísland
    Grønland, Føroyar og Ísland

    Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

  • Havið. Hvat gat eg sagt...
    Havið. Hvat gat eg sagt...

    Havið. Hvat gat eg sagt...

    Hvat gat eg sagt...

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

  • Heimsins lond
    Heimsins lond

    Heimsins lond

    Landaalfrøði

    Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so serstakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll o.a. týdningarmikið.

     

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Veggjakort

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25 mió.

     

    Kortið er umhvørviskort við nýggjastu landamørkum og dagføringum annars. Harumframt er havbotnsrelieff við. 195 av heimsins fløggum eru prentað niðast á kortinum.

     

    Kortið verður selt ómonterað frá Bókamiðsøluni, tel. 31 37 56.…

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Myndatalva

    Heimurin er heimskort við nøvnum á londum, høvuðsstøðum og øðrum stórbýum. Heimsins høv eru nevnd, og harafturat kunnu vit fylgja tíðarlinjuni um allan heimin.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Tíðindi

Vit bjóða øllum skúlanæmingum til ókeypis skúlakjatt 20. september 2017

Les meira

Tín flokkur kann vera við í Norðurlensku Plastkappingini og Norðurlendskum Skúlakjatti

Les meira