Skip to main content

Landafrøði


Útgávuheimar

Skúli og undirvísing

Námsætlan

Heimasíður

Jarðfeingi

Útgávur

  • Veðurlagsbroytingar
    Veðurlagsbroytingar

    Veðurlagsbroytingar

    Almenn bók um veðurlagsbroytingar

    Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…

  • Evropa kort - putlispæl
    Evropa kort - putlispæl

    Spennandi putlispæl til børn í skúlaaldri, til byrjanar- og miðdeild. Høvi er at læra seg landanøvn, høvuðsstaðir, kendar býir í Evropa, kendar fjallarøðir, høv, stór vøtn í Evropa, fløgg hjá evropeisku londunum.

  • Achéindiánar í Paraguei
    Achéindiánar í Paraguei

    Á sínum mongum ferðum í Paraguei, hevur Flemming Petersen havt nógv samband við achéindiánarnar. Achéindiánarnir, sum fyrr livdu úti í skógunum, búgva nú í legum; men við hvørt fara teir inn í skógin og liva, sum teir gjørdu fyrr. Bókin er um søgu, mentan og lívið hjá hesum…

  • Íðnaður, handverks- og byggivinna
    Íðnaður, handverks- og byggivinna

    Íðnaður, handverks- og byggivinna

    Árbók fyri Føroyar 7

    Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar. Spurningar og uppgávur eggja til, at næmingarnir sjálvir gera…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2
    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Árbók fyri Føroyar

    Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu verða loystar saman við Árbók fyri Føroyar. Til bóklingin er…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
    Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti

    Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.

  • Árbók fyri Føroyar 2004
    Árbók fyri Føroyar 2004

    Árbók fyri Føroyar 2004

    Hagtøl fyri Føroyar við enskum undirteksti

    Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Sum nakað nýtt eru fleiri farmyndir við, ið greidliga lýsa ávís viðurskifti. Ein fløga…

  • Bardagi gudanna
    Bardagi gudanna

    Bardagi gudanna

    Gamla gudalæra okkara 2

    Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá, hvussu Óðin vann sær vísdóm úr alheimstrænum Yggdrasili og frá jatnavininum Loka.…

  • Íbúgvaviðurskifti
    Íbúgvaviðurskifti

    Íbúgvaviðurskifti

    Árbók fyri Føroyar 2

    Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum t.d…

  • Bolivia
    Bolivia

    Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…

  • Danmørk
    Danmørk

    Danmørk

    Vit í Norðurlondum

    Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond við…

  • Djór í vanda
    Djór í vanda

    Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Gjøgnum jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv djórasløg íkomin og horvin…

  • Evropa
    Evropa

    Evropa

    Veggjakort

    Veggjastødd 120 x 160 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

     

    Kortið er umhvørviskort við nýggjum landamørkum og landanøvnum. Harumframt eru havstreymar og havbotnsrelieff við.

     

    Kortið verður selt ómonterað frá Bókamiðsøluni, tel. 31 37 56. Skúlar o.o. kunnu fáa kortini monterað á…

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Føroyingur í Paraguei
    Føroyingur í Paraguei

    Bókin er um tað árið, Flemming, 19 ára gamal, var á einum bóndagarði í Paraguei. Hann búði saman við paragueium og livdi sum teir. Meðan hann var har, skrivaði hann dagbók. Við støði í henni greiðir hann frá, hvussu tað var at vera føroyingur í so fremmandum umhvørvi. Fýra…

  • Ferðin um havið
    Ferðin um havið

    Ferðin um havið

    - á rannsóknarferð við Columbusi

    Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum skipsdrongurin Fernando upplivir ferðina. Bókin er væl egnað til evnislesnað.

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

  • Fiskivinna
    Fiskivinna

    Fiskivinna

    Árbók fyri Føroyar 5

    Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og hýrum. Heftið er ætlað sum stuðul at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at…

  • Flutningur og samferðsla
    Flutningur og samferðsla

    Flutningur og samferðsla

    Árbók fyri Føroyar 8

    Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú. Heftið kann nýtast í lærugreinunum søgu/samtíð, samfelagsrokning og landalæru.

  • Fráflyting og búskaparkreppa
    Fráflyting og búskaparkreppa

    Fráflyting og búskaparkreppa

    Útisetar og Danmark

    Fráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppuni í 1990-árunum.…

  • Mentan og umhvørvi
    Mentan og umhvørvi

    Menniskju eru við til at skapa umhvørvið. Tey byggja hús, gera verksmiðjur og vegir.Tey taka ráevni úr jørðini og dálka. Tey flyta vørur um allan heimin og ávirka soleiðis umhvørvið. Bókin er um, hvat menniskju framleiða ymsastaðni í heiminum, og um, hvussu náttúruviðurskifti,…

  • Fyrsta ferðin hjá Wairu
    Fyrsta ferðin hjá Wairu

    Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur henni nógvar søgur um fólkið og mentanina. Aftast í bókini eru upplýsingar um…

  • Grót og steinar
    Grót og steinar

    Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við greiðum teksti og frálíkum myndum sigur frá stórfingna ríkidømi av gróti og steinum, ið liggur fjalt undir fótum okkara. Bókin er gjørd í samstarvi við bretska Natural History Museum. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur týtt úr…

  • Grót og steinar í Føroyum
    Grót og steinar í Føroyum

    Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.

    Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.

  • Grót og steinsløg
    Grót og steinsløg

    Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.

  • Grønland, Føroyar og Ísland
    Grønland, Føroyar og Ísland

    Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

  • Handil, privatar og almennar tænastur
    Handil, privatar og almennar tænastur

    Arbeiðshefti til 10. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Greitt verður frá um vinnumentan í søguligum høpi, vinnumenningina í Føroyum og tænastu- og kunningarsamfelagið. Nógvar uppgávur og spurningar eru eisini í heftinum, og kann tað nýtast í lærugreinunum søgu/samtíð, landalæru og…

  • Hav- og landbúnaður
    Hav- og landbúnaður

    Hav- og landbúnaður

    Árbók fyri Føroyar 6

    Arbeiðshefti til 6. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, sum eggja næmingunum sjálvum at eygleiða og kanna ymisk viðurskifti. Stutt søguligt yvirlit er yvir fiskaaling og landbúnað og teirra búskaparliga týdning og um menningina av ídnaði og…

  • Havið
    Havið

    Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini av…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Tíðindi

Nýtt undirvísingartema um tey seytjan heimsmálini hjá ST

Les meira

Rúni Jákupsson frá Góðan morgun Føroyar tosar við Birgir Kruse, ritstjóra á Snar.

Les meira